Í sambandi við landsdystin ímóti Finnlandi, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 7. september, verða atgongumerkir seld í øllum Fast-handlunum kring landið
Sunnudagin 7. september spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, tá Finnland vitjar á Tórsvølli.
Í hesum sambandi verða atgongumerkir á 100 krónur seld í øllum Fast-handlunum kring landið.
Landsdysturin millum Føroyar og Finnland verður sunnudagin 7. september, kl. 19:45.