Tað gekk skjótt at selja atgongumerkini til EM-undankappingardystin móti Spania, og higartil eru umleið 2.900 atgongumerki seld til dystin móti Norra

Tað verður ein fullsettur Tórsvøllur, sum tekur ímóti, tá Føroyar og Spania fara á vøllin í EM-undankappingardysti fríggjadagin 7. juni klokkan 19:45. Men tað er eisini nógv, ið bendir á, at øll setur verða upptikin, tá Norra kemur á vitjan tríggjar dagar seinni.

 

Atgongumerkjasølan til EM-undankappingardystin móti Norra byrjaði í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF týsmorgunin, og í løtuni eru umleið 2.900 atgongumerki seld.

 

Meðan Tórsvøllur er undir um- og útbygging, er pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin.