Atgongumerkjasølan í sambandi við EM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli týsdagin 14. oktober, er byrjað á heimasíðuni hjá FSF
Um góðar tríggjar vikur skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur. 11. oktober verður dystur á útivølli ímóti Norðurírlandi, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 14. oktober, kl. 19:45 kemur Ungarn á vitjan á Tórsvølli. Talan er um undankappingardystir til EM 2016.
Atgongumerki til dystin ímóti Ungarn kunnu nú keypast í FSF Búðini/Webshop á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri einans 100 krónur.
Komandi sunnudag ferð landsliðsvenjarin at úttaka hópin til undankappingardystirnar ímóti norðurírum og Ungarn. Í hesum sambandi skipar Lars Olsen fyri tíðindanfundi í FSF-húsinum sunnudagin 28. september, kl. 18:00.