Atgongumerkjasølan í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli 10. september, byrjar fríggjadagin 16. august í Fast-støðunum kring landið
Um ein góðan mánað, týsdagin 10. september kl. 19:45, verður landsdystur aftur á Tórsvølli, tá Týskland kemur á vitjan í Føroyum.
Í løtuni verða stórar útbyggingar gjørdar við Tórsvøll, og tað hevur við sær, at til dystin móti Týsklandi verður pláss fyri umleið 4.000 áskoðarum.
Atgongumerkjasølan í sambandi við dystin verður hesaferð skipað soleiðis, at frá fríggjadegnum 16. august kunnu atgongumerki til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Týskland keypast í Fast-støðunum kring landið.
Kostnaðurin fyri atgingumerki í bólki 1 til 3 og í bólkunum 6 til 23 verður 100 krónur, meðan kostnaðurin fyri atgongumerki í bólki 4 og 5 verður 150 krónur.