Seinastu atgongurmerkini til EM-undankappingardystin móti Svøríki verða sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF fríggjadagin 9. august klokkan 10:00

Tað er nógv sum bendir á, at tað verður ein fullsettur Tórsvøllur sum tekur ímóti, tá føroyska A-landsliðið við monnum hósdagin 5. september skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Svøríki.

 

Men tað ræður um at skunda sær, um ein ætlar at tryggja sær pláss til landsdystin móti svium.

 

Meðan Tórsvøllur er undir umbygging, er pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin, og av hesum eru umleið 3.000 longu seld til dystin móti svium. Tey seinastu 500 verða sett til sølu í Nethandilium á heimasíðuni hjá FSF fríggjadagin 9. august klokkan 10:00.