Atli Gregersen skilur og kann saktans góðtaka atfinningarnar, ið koma yvir føroyska liðið eftir 2-1 tapið fyri Malta. Men tær skulu bara vera sakligar, og tað eru tær møguliga ikki altíð

Fyrrapartin sunnudagin vandi føroyska landsliðið á Centenary Stadion á Malta, áðrenn kósin verður sett ímóti Rumenia tíðliga mánamorgunin.

 

Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Atla Gregersen, sum ætlar at brúka atfinningarnar, ið koma yvir føroyska liðið eftir 2-1 tapið fyri Malta, sum motivatión til dystin móti Rumenia.

 

Týsdagin 26. mars klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulesco Stadion í rumenska býnum, Cluj.