Nations League: Nú er greitt, at Føroyar verða í bólki 3 í 4. deild (Division D) saman við Aserbadjan, Malta og Kosovo
Lutakast um, hvussu spælast skal í Nations League, sum fer av bakkastokki í heyst, hevur verið í Lausanne í Sveis í dag (mikudagin). Og tað háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 3 í 4. deild (Division D), saman við Aserbadjan, Malta og Kosova.
Bólkur 1
Georgia, Lettland, Kasakstan og Andorra
Bólkur 2
Hvítarussland, Luksemborg, Moldova og San Marino
Bólkur 3
Aserbadjan, Føroyar, Malta og Kosovo
Bólkur 4
Makedonia, Armenia, Liktinstein og Gibraltar
Fyrstu dystirnir í Nations League verða í september, síðani verða tveir spældir í oktober, meðan tveir teir seinastu verða spældir í november. Play-off dystirnir í Nations League verða á vári í 2020. Vinnarin í 4. deild (Division 4) fer beinleiðis til EM-endaspælið í 2020.
Vanliga EM-undankappingina, sum vit kenna hana, verður á skránni í 2019. Lutakastið verður, tá bólkaspælið í Nations League er liðugt.
Leggjast kann afturat, at venjarin hjá Malta, er fyrrverandi B71-venjarin, Tom Saintfiet. Kappingarárini 2002 og 2003 hevði Tom Saintfiet evstu ábyrgd av fremsta liðnum hjá sandoyingum.
Atgongumerkir til dystirnar í Nations League kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Tom Saintfiet, landsliðsvenjari hjá Malta, og føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, saman við Nations League steypinum