Eftir at hava tapt fimm dystir á rað, reisti NSÍ seg á heimavølli ímóti føroyameistarunum úr B36
Gongdin hjá runavíkingum hevur verið alt annað enn góð í hesum kappingarárinum, og eftir fyrstu níggju dystirnar, liggur NSÍ undir niðurflytingarstrikuni.
Men í dag bragdaði umsíðir fyri teir gulu og svørtu, sum á heimavølli vunnu 3-1 á B36. Málini hjá NSÍ gjørdu Árni Frederiksberg, sum skoraði tvær ferðir, og Klæmint A. Olsen. Einsamalla málið hjá árstalsfelagnum var sjálvmál.
Úrslitini í 9. umfari:
FC Suðuroy – ÍF 0-6
NSÍ – B36 3-1
Víkingur – KÍ 0-1
B68 – EB/Streymur 1-2
TB – HB 4-2
Eftir at fyrsti triðingurin í fremstu deildini er spældur, er sera tætti toppinum. Víkingur er fremst við 19 stigum, men bara fýra stig eru á muni niður til nummar 5, sum er HB.