Við 60 prosentum av atkvøðunum vann Árni Frederiksberg úr KÍ heiðurin, at hava skorað ársins mál 2021 í Betri Deildini hjá monnum

——————

Árni Frederiksberg úr KÍ, sum fyrr í mánaðinum bleiv kosin ársins spælari hjá monnum, hevur eisini skorað ársins mál 2021 í Betri Deildini.

Málið bleiv skorað við Djúpumýru í Klaksvík mikukvøldið 28. apríl móti HB, tá Árni Frederiksberg við beinleiðis frísparki í yvirtíðini javnaði til 2-2.

Tað er Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni, og tá talt varð saman, hevði Árni Frederiksberg fingið umleið 60 prosent av teimum væl omanfyri túsund atkvøðunum.

Umframt heiðurin, fekk Árni eisini eina minnisplátu við áskriftini um, at hann skoraði ársins mál 2021 í Betri Deildini, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

Tilsamans vórðu 490 mál skoraði í teimum 135 dystunum í fremstu deildini hjá monnum farna kappingarár.