Mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til HM undankappingardystirnar móti Kekkia og Montenegro, sum vera á útivølli 22. og 25. mars
Seinni í hesum mánaðinum fer føroyska manslandsliðið undir HM 2026 undankappingina. Báðir dystirnir í hesum umfarinum verða á útivølli – fyrst ímóti Kekkia leygardagin 22. mars og síðani móti Montenegro týsdagin 25. mars.
Á tíðindafundi í FSF húsinum mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til komandi HM uppgávur. Og millum teir 23, ið eru boðsendir hesaferð, er Árni Frederiksberg úr KÍ.
Árni, ið er skrásettur fyri ellivu landsdystir í tíðarskeiðnum frá 2015 til 2019, hevur verið ein av stóru profilunum í føroysku kappingini seinastu nógvu árini, og í evropeisku dystunum fyri klaksvíkingar hevur hann eisini verið sera eyðsýndur.
Haraftur er eisini vert at leggja merki til, at Géza Dávid Turi, sum tíðliga í hesum árinum fekk føroyskt pass, og sum nú spælir fyri Grimsby Town FC í Englandi, er úttikin til dystirnar móti Kekkia og Montenegro.
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
Miðvallarar
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Geza Dávid Turi, Grimsby Town (England)
Poul Kallsberg, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Framherjar
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Myndir: Jóhanna Thomsen