A-Kvinnur: Margunn Lindholm verður ikki klár til dystin ímóti Bosnia-Hersigovina í komandi viku. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Arnborg Lervig
Mikudagin í næstu viku skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í dyst aftur, tá Bosnia-Hersigovina tekur ímóti í Bilino Polje í Zenica.

Men nú stutt fyri fráferð hevur landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen, verið noyddur at gjørt eina skifting í føroyska hópinum.

Margunn Lindholm úr EBStreymi/Skála hevur í eina tíð drigist við skaða í lærkrikanum, og verður tískil ikki klár til landsliðsuppgávu hesaferð. Í staðin hevur Jón Pauli Oslen sent boð eftir liðskiparanum á U18-landsliðnum, Arnborg Lervig, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA Menningarkapping í Estlandi.

Føroyski hópurin ímóti Bosnia-Hersigovina sær soleiðis út:
Valgerð Andreasen og Ásla Johannesen, AB.
Fríðrún Danielsen, Sigrun K. Kristiansen, Íðunn Magnussen og Anna Sofía Sevdal, EBStreymur/Skála.
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur.
Lív Arge, Nina Davidsen, Liljan av Fløtum Petersen, Heidi Sevdal og Milja R. Simonsen, HB.
Rannvá B. Andreasen, Olga Kristina Hansen, Malena Josephsen, Eyðvør Klakstein og Randi S. Wardum, KÍ.
Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DEN).

Tá Føroyar og Bosnia-Hersigovina spældu á Tórsvølli 5. apríl í ár, gjørdist úrslitið javnleikur 1-1. Eyðvør Klakstein skoraði føroyska málið.