Tað hevur gingið við rúkandi ferð hjá 19 ára gamla Ára Mohr Jónson seinastu mánaðirnar. Í vár fekk evnaríki føroyski bakkurin sínar fyrstu minuttir á bæði besta liðnum hjá Silkeborg og á føroyska A-landsliðnum. Silkeborg leikarin hevur kortini bæði beinini trygt á jørðini
-Tað kemur rættiliga óvart á meg, at tað hevur gingið so skjótt. Tað er nærmast óveruligt. Í mínari stuttu fótbóltskarrieru er landsdysturin móti Írlandi tað størsta. Møguleikin at spæla ímóti stjørnum sum Robbie Keane, sum eg havi fylgt við í Premier League í fleiri ár, var ein stór uppliving. Tað var eisini ótrúligt at sleppa at royna meg á glæsiliga leikvøllinum í Dublin við nógvum áskoðarum, fortelur Ári Mohr Jónson.
19 ára gamli føroyingurin flutti til Danmarkar eftir 9. flokk. Áðrenn hann flutti niður, var Ári partur av einum evnaríkum HB liði, sum vann fleiri meistaraheitið í ungdómsdeildini. Nú hevur ungi landsliðsleikarin sáttmála við Silkeborg, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.
Til í summar gekk hann á Silkeborg Fodbold College. Nú hevur hann fulltíðar yrkissáttmála við Silkeborg, sum flutti niður úr Superliguni farna kappingarár. Tá ið Ári gjørdi sáttmála við Silkeborg hevði ítróttastjórin í Silkeborg nógv gott at bera føroyska bakkinum.
– Ári er ein ótrúliga spennandi bakkur. Hann er skjótur, er likamliga væl fyri og hevur stóra renniorku. Hann er ungur enn og skal arbeiða við fleiri tingum, men vit síggja stórar møguleikar fyri, at hann kann menna seg, segði Peder Knudsen, ítróttastjóri, við heimasíðuna hjá Silkeborg.
Ári Mohr Jónson, ið hevur umboðað føroyska U-15, U-17 og U-19 landsliðið, hevur verið partur av hópinum hjá besta liðnum hjá Silkeborg í ár. Kappingin er hørð um plássið á vinstra bakki, men Ári hevur fingið nakrar dystir, áðrenn hann varð skaddur fyri nøkrum vikum síðan.
– Eg havi rokkið mítt fyrsta mál at gerast yrkisleikari burturav. Higartil hevur tað verið hart arbeiði, so tað er deiligt at tað nú gevur úrslit. Nú er málið vinna mær fast pláss á Silkeborg liðnum. Vit hava mist fleiri leikarar, men eg havi kortini góðar vónir um at vit kunnu gera okkum galdandi í kappingini um at flyta upp í Superliguna aftur, sigur Ári Mohr Jónson.
Silkeborg hevur fingið nýggjan venjara í ár. Jesper Sørensen, ið var hjálparvenjari hjá AGF í fjør og sjálvur hevur drúgvar royndir sum leikari í Superliguni, hevur tikið við venjarasessinum í Silkeborg. Nýggi venjarin hevur stóra tiltrúgv til evnini hjá unga føroyinginum.
– Vónandi fái eg nógvar dystir í Silkeborg í ár. Síðani er málið at etablera meg í Superliguni og vónandi eydnast mær at sleppa út um Danmark at spæla fótbólt. Tað er ein framtíðardreymur hjá mær at spæla í einari av teimum stóru kappingunum í Evropa, sigur Ári Mohr Jónson.
Ári Mohr Jónson hevur spælt ein landsdyst á føroyska A-landsliðnum. Hetta var í juni, tá ið Føroyar spældu á útivølli móti Írlandi í Dublin. Ungi bakkurin hevur sett sær sum mál – við tíðini – at gerast fastur partur av teimum fyrstu 11 hjá føroyska landsliðnum.
– Tað er ein heiður at sleppa at umboða føroyska landsliðið. Eg eri takksamur fyri, at eg longu nú havi fingið møguleikan. Eg eri yngsti leikarin í hópinum, so eg verið noyddur at hava gott tol og taka alt til mín, men tað skal ikki vera nakar ivi um, at mítt mál við tíðini er at vinna mær fast pláss, sigur Ári Mohr Jónson.
Grein úr leikskránni í samband við HM-undankappingardystin á Tórsvølli millum Føroyar og Týskland, 10. september 2013. Páll Holm Johannesen hevur skrivað.