Føroyski spælarin í norska Sandnes ULF, Ári Mohr Jónsson er úttikin til landsdystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi

——————

Fyrrapartin mánadagin úttók Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, 24 spælarar til HM-undankappingardystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi.

Samstundis boðaði landsliðsvenjarin frá, at ein spælari afturat fór at verða boðsendur, og nú er greitt, at Ári Mohr Jónsson, ið dagliga spælir fyri norska felagið Sandnes ULF, verður partur av landsliðshópinum til komandi dystir.

Ári Mohr Jónsson er skrásettur fyri sjey A-landsdystir fyri Føroyar, og hevur skorað 1 mál.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Egersunds IK (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Dan í Soylu, HB
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Tróndur Jensen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Petur Knudsen, NSÍ

Hósdagin 25. mars kl. 19:45
Moldova – Føroyar

Sunnudagin 28. mars kl. 19:45
Eysturríki – Føroyar

Mikudagin 31. mars kl. 19:45
Skotland – Føroyar