Við tryggum 4-0 sigri á KÍ, heldur AB fast um oddasessin í 1. deild hjá monnum
8. umfar í 1. deild hjá monnum hevur verið á skránni í kvøld, og við tryggum 4-0 sigri á teimum næstbestu hjá KÍ, heldur AB fast um fremsta plássið í deildini.
Eisini 07 Vestur gjørdi sína skyldu sum oddalið, tá teir høvdu vitjan av EB/Streymi. Vágamenn vunnu 4-1 á teimum næstbestu úr Sundalagnum.
Á Toftum vann B68 5-2 á NSÍ, meðan Víkingur og Skála fingu hvør sítt mál og hvør sítt stig, tá liðini hittust í Leirvík í kvøld.
Fimti dysturin í hesum umfarinum skuldi verði í Havn, millum HB og B71. Men hesin dystur er útsettur til 24. mai.
Nú øll liðini, uttan HB og B71, hava spælt átta dystir, er AB fremst við 24 stigum, meðan 07 Vestur er á 2. plássi við 22 stigum. Víkingur er á 3. plássi við 13 stigum.
Niðast eru B71, EB/Streymur og NSÍ, við ávikavist 7, 5 og trimum stigum.