1. deild kvinnur: Við teprum 1-0 sigri á útivølli móti B36, hevur AB lagt seg á 2. plássið í bestu deildini hjá kvinnum
Toppdystur í 1. deild hjá kvinnum varð spældur í Gundadali í dag, har B36 tók ímóti AB.

Undan dystinum var árstalsfelagið á 2. plássið við 36 stigum, tvey fleiri enn AB. Men eftir dagsins dyst hava argjakvinnur yvirtikið 2. plássið í bestu deildini hjá kvinnum.

AB vann 1-0, sum eisini var støðan í steðginum. Einsamalla málið hjá argjakvinnum gjørdi Silja á Borg Færø tá dysturin var eitt korter gamal.

Úrslit, 15. umfar:
B68/NSÍ – Skála 0-5
B36 – AB 0-1
ÍF – FC Suðuroy 3-0 (FC Suðuroy møtti ikki)
Víkingur – EB/Streymur 3-0

KÍ er fremst við 42 stigum fyri 14 dystir, meðan AB nú er nummar 2 við 37 stigum fyri 15 dystir. Á 3. plássi er B36 við 36 stigum fyri 15 dystir.

Dysturin í 15. umfari millum HB og KÍ er fluttur til mikudagin 12. september, vegna europeiska luttøku hjá klaksvíkskvinnum.

Støðan 1. deild kvinnur