Heimadysturin móti Slovenia hósdagin er besti møguleikin hjá føroysku landsliðskvinnunum at fáa stig í hesi undankappingini, heldur Ansy Sevdal Jakobsen

Ansy Sevdal Jakobsen slær á krígstrummurnar undan heimadystinum móti Slovenia, sum verður spældur á Tórsvølli hósdagin. Hon góðtekur undir ongum umstøðum eitt úrslit, sum líkist 5-0 tapinum móti slovenum á útivølli í november í fjør.

– Vit vænta sjálvandi, at vit kunnu gera tað betur enn seinast, við tí í huga, at vit altíð ynskja at betra okkum. Um vit hugsa um úrslit, er eitt 5-0 tap, eins og tað endaði seinast móti Slovenia, ikki nøktandi yvirhøvur hesaferð, sigur landsliðsmiðvallarin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Full ferð er á í Betri Deildini hjá kvinnum, har HB, EBS/Skála og KÍ kappast um oddasessin, eftir at níggju umfør eru spæld. Tískil eru spælararnir í toppformi, nú tær taka ímóti Slovenia.

Júst heimadysturin móti Slovenia hevur leingi verið tann, sum bæði spælarar og venjari hava sæð sum besta møguleikan fyri einum góðum úrslitið. Tað duldi Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, heldur ikki fyri fyrr í ár.

– Vit eru sera spent til tann dystin, sum er okkara besti møguleiki at fáa stig í hesi undankappingini. Vit taptu 5-0 í tí fyrra dystinum, men Slovenia er framvegis tað liðið, sum vit eru tættast við, segði hann við ársins fótbóltsblað hjá FSF.

 
Ansy Sevdal Jakobsen hevur somu áskoðan sum venjarin.

– Mótstøðuliðið er sterkt, men vit vita samstundis eisini, at sannlíkindini fyri at fáa stig ella spæla upp ímóti teimum, so vit fáa ein javnan og spennandi dyst, eru størst í júst í hesum dystinum, sigur EBS/Skála spælarin, sum hevur spælt 30 A-landsdystir fyri Føroyar.

Kvinnulandsliðið fer á vøllin móti Slovenia hósdagin 7. juni klokkan 17.00 á Tórsvølli.

Atgongumerki til dystin, ið fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo, kostar einans 100 krónur fyri vaksin, meðan ókeypis atgongd er fyri børn og ung, 16 ár og yngri.