Arnbjørn Hansen verður ikki tøkur til EM-undankappingardystin ímóti Rumenia. Í staðin hevur Lars Olsen úttikið Andreas Lava Olsen úr Víkingi
Nú er greitt, at framherjin úr HB, Arnbjørn Hansen ikki verður tøkur til EM-undankappingardystin ímóti Rumenia. Arnbjørn er so mikið skaddur, at tað verður ikki mett ráðiligt, at hann fer avstað við landsliðnum hesaferð.

Í staðin hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari sent boð eftir Andreas Lava Olsen úr Víkingi.

– Við Andreas Lava Olsen í hópinum fáa vit fleiri streingir at spæla uppá. Hann er skjótur og sterkur, og eitt sindur øðrvísi áleypari enn Jóan Símun Edmundsson og Klæmint Olsen, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

Framherjin í Víkingi hevur eisini fingið eina góða byrjan í hesum kappingarárinum. Eftir fyrstu trý umførini hevur Andreas Lava skorað fýra mál fyri Víking.

– Andreas Lava er ein typiskur "box-spælari", sum er góður í deyðbólsstøðum, leggur landsliðsvenjarin afturat.

Føroyski landsliðshópurin fer til Danmarkar mánadagin, og fram til fríggjadagin verður hópurin á venjingarlegu á Farum Park í Norðursælandi.

Dysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður á Ilie Oana Stadion í Ploiesti sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.