Fótbóltssamband Føroya hevur sett Andrass Thomsen í starv sum landsliðssamskipari. Andrass byrjar í starvinum 1. juni

Andrass Thomsen úr Havn er settur í starv sum landsliðssamskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Umframt at virka sum landsliðssamskipari, kemur Andrass eisini at samskipa luttøkuna hjá føroysku feløgunum í Evropa, og at samskipa onnur stór tiltøk hjá FSF.

 

Eitt av fokusøkjunum hjá Fótbóltssambandi Føroya verður eisini at menna feløgini fyrisitingarliga, og har kemur Andrass Thomsen, sum er útbúgvin løgfrøðingur og hevur tikið prógv innan Club Management hjá ECA, eisini at hava ein týðandi leiklut

 

– Hetta verður spennandi, og eg gleði meg at koma í gongd. Eg kenni eisini eitt sindur til tær avbjóðingar, ið føroysku feløgini hava fyrisitingarliga í altjóða fótbólti, og har kann eg vónandi brúka mínar royndir, og vera við til at menna føroyskan fótbólt enn meir, sigur Andrass Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Andrass Thomsen er ikki ókendur í føroyska fótbóltsumhvørvinum. Andrass hevur verið nevndarlimur í Giza Hoyvík í seks ár, frá 2008 til 2014, og eitt tíðarskeið var hann formaður í felagnum. Seinastu fýra árini hevur Andrass Thomsen verið fyrisitingarleiðari hjá B36, har hann eisini hevur verið partur av ungdómsnevndini.

 

Harafturat hevur Andrass Thomsen verið høvuðsfyriskipari av Summar Cup, og havt ein stóran leilut í Pro Camp tiltakinum hjá B36. Eisini hevur Andrass verið ein av oddamonnunum í Skansanum, ið er fjepparafelagið hjá føroysku landsliðunum.

 

35 umsøkjarar vóru til starvið sum landsliðssamskipari.