Mánadagin endaði atkvøðugreiðlsan um Ársins mál, og vinnarin gjørdist Álvur Christiansen úr KÍ
Í samband við at Torleif Sigurðsson, sáli, fekk pláss í Hall of Fame hjá Fótbóltssambandi Føroya, og at bókin "Føroyskur fótbóltur 2012" hjá Dimmalætting varð løgd fram í FSF-húsinum mánadagin, bleiv Álvur Christiansen úr KÍ eisini heiðraður, fyri at hava gjørt Ársins mál 2012 í Effodeildini.
Seinastu tvær vikrunar hevur verið møguleiki at atkvøtt á heimasíðuni hjá FSF, har fimm mál vóru at velja ímillum.
Og við 44 prosentum av teimum nærum 1.000 atkvøðunum, ið vórðu avgreiddar, fekk málið hjá Álvur Christiansen flestar atkvøður.
Ársins mál skoraði Álvur Christiansen tann 16. Juni í 3-2 sigri ímóti B36 í Gundadali.
Endaliga støðan:
1. Álvur Christiansen, KÍ
2. Jan Ellingsgaard, ÍF
3. Rasmus Dan Sørensen, B36
4. Christian R. Mouritsen, HB
5. Jústinus R. Hansen, B68