Tað kom rættuliga óvart á sandoyingin í AB, Símun Rógva Hansen, tá hann fekk boðini, at hann var úttikin til A-landsliðið. Men Símun Rógvi er sinnaður at ofra nógv fyri at varðveita landsliðssessin. Fyri nøkrum árum síðani sá tað annars einki út hjá málmanninum, sum bleiv álvarsliga sjúkur

– Upprunaliga kom eg til HB fyri at sita á beinkinum, men arbeiðsloyvið og annað hjá Marcin Dawid kom ikki í rættlag, áðrenn kappingin byrjaði, og tí bleiv tað eg, ið vardi málið hjá HB megnpartin av kappingini í 2009, sum eisini endaði við, at vit gjørdust føroyameistarar, sigur Símun Rógvi Hansen, ið fyri fyrstu ferð nakrantíð er úttikin til A-landsliðið.

Símun Rógvi Hansen hevur annars slitið sínar barnaskógvar á Sandi, og fram til 2008, tá B71 flutti niður úr bestu deildini, var heimavøllurin hjá Símun Rógva inni í Dal á Sandi.

– Eg flutti til Havnar at ganga í skúla í 2005, og næstu trý árini ferðaðist eg suður til Sands at venja. Hetta var rættuliga strævið, og tí var ikki ringt at taka avgerð, tá HB undan kappingini í 2009 vísti áhuga, sigur Símun Rógvi Hansen.

Gjørdist álvarsliga sjúkur
Eftir at hava vunnið meistaraheitið við HB í 2009 var tað ein spentur sandoyingur, sum helt fram í HB-troyggjuni árið eftir, ið eisini endaði við, at teir reyð-svørtu endurvunnu meistaraheitið. Kortini var tað í AB, at Símun Rógvi Hansen spældi sínar seinastu dystirnar hetta árið.

– Fyrstu dystirnar í 2010 skiftust Marcin Dawid og eg um at verja málið hjá HB, og tað gekk eisini væl. Men á sumri hetta árið gjørdist eg brádliga ógvuliga sjúkur, og seinni hava læknarnir sagt, at tað var heilt nær við, at eg sigldi av, sigur Símun Rógvi Hansen um hendingina, tá hann fekk álvarsaman bruna í búkin.

– Í fyrstani kendi eg meg illa fyri og fór til læknan. Har fekk eg at vita, at tað allarhelst var brokk. Eg fekk nakrar tablettir og skuldi koma aftur, um tað gjørdist verri – og tað bleiv nógv verri. Tað vísti seg, at hol var komið á blindtarmin, og bruni var komin í allan búkin. Pínan var øgilig, og næstu tríggjar vikurnar var eg innlagdur á Landssjúkrahúsinum, samstundis sum eg misti 10 kilo. Tí var eg ikki væl fyri, tá eg varð útskrivaður, sigur nýklakti føroyski landsliðsleikarin.

Boð eftir Símuni á Argjum
Símun Rógvi kom spakuliga fyri seg og byrjaði eisini so smátt at venja aftur í HB. Men meðan Símun Rógvi var innlagdur á Landssjúkrahúsinum, hevði HB gjørt avtalu við ein annan málverja, nevnilga Tórð Thomsen. Hetta hevði samstundis við sær, at sandoyingurin nú var vorðin triði málverji í HB, og útlitini fyri spælitíð vóru ikki góð.

– Eg royndi at venja nógv og hart eftir dagarnar á sjúkrahúsinum, men sá rættuliga skjótt, at eg neyvan vann plássið aftur í málinum hjá HB, og serliga ikki, nú ein málverji var komin afturat til felagið. Men brádliga vóru boð eftir mær á Argjum. Heðin Stenberg hevði brotið armin, og tá teir bara høvdu ein annan málverja í hópinum, fekk eg møguleikan at spæla við AB restina av kappingarárinum hetta árið, sigur Símun Rógvi Hansen um fyrstu tíðina á Argjum.

Óvæntað landsliðsboð
Til fyrstu undankappingina hjá U21-landsliðnum, sum byrjaði í 2007, var Símun Rógvi Hansen við í hópinum til næstan allar dystirnar. Símun Rógvi, sum tá spældi við B71, kom tó at standa í skugganum av Gunnari Nielsen, ið vardi føroyska málið hesa fyrstu undankappingina. Síðani tá hevur lítið verið at hoyrt um sandoyingin í landsliðshøpi, men tá Lars Olsen, landsliðsvenjari, á tíðindafundi seinasta dag í september kunngjørdi hópin til dystirnar ímóti Kasakstan og Eysturríki, var Símun Rógvi Hansen millum teir útvaldu.

– Tað kom rættuliga óvart á meg, tá eg fekk at vita, at eg var úttikin til landsliðið. Tað er eingin loyna, at eg hevði vónað tað, tí tað er ein stórur heiður at spæla fyri Føroyar, so vónandi verður hetta ikki bara eitt eindømi, sigur Símun Rógvi Hansen, sum fyrst í komandi ári hevur ætlanir um at fara til Danmarkar at útbúgva seg til fysioterapeut.

– Eg veit ikki enn, hvussu verður komandi kappingarár. Eg eri sloppin inn á skúla í Danmark, men um eg byrji í februar ella eftir summarferiuna, er ikki avgjørt enn. Kortini ætli eg mær ikki at leggja fótbóltsskógvarnar á hillina. Heldur tvørturímóti, tí nú havi eg fingið blóð upp á tonnina, so eg kann varðveita plássið á landsliðnum, sigur Símun Rógvi Hansen at enda.

FAKTA
Navn:
Símun Rógvi Hansen

Føddur:
10. apríl 1987

Feløg:
2005: B71
2006: B71
2007: B71
2008: B71
2009: HB
2010: HB (fyrru hálvu)
2010: AB (seinnu hálvu)
2011: B71
2012: HB
2013: AB

HM-undankappingardystirnir ímóti Kasakstan og Eysturríki verða ávikavist fríggjadagin 11. oktober, kl. 18:00, og týsdagin 15. oktober, kl. 19:45. Atgongumerki kunnu keypast í EFFO-støðunum kring landið.