Næstu dagarnar verður bólkur 9 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum spældur í Føroyum. Londini, ið luttaka, eru Føroyar, Noreg, Grikkaland og Italia
Hósdagin klokkan 13:00 verður farið undir EM-undankappingarbólk 9 fyri U17-landslið við gentum.

Luttakandi londini eru Føroyar, Italia, Grikkaland og Noreg. Fyrsti dysturin verður leiktur á Tórsvølli klokkan 13:00 hósdagin, tá Føroyar og Italia hittast.

Tað er ókeypis atgongd, og vónandi møta fólk fjølment at stuðla okkara gentum.

Dystarskráin fyri kappingina er annars hendan:

Hósdagin, 25. september:
Kl. 13.00 Italia – Føroyar – á Tórsvølli
Kl. 18.00 Noreg – Grikkaland – á Tórsvølli

Leygardagin, 27. september:
Kl. 13.00 Noreg – Føroyar – á Tórsvølli
Kl. 18.00 Grikkaland – Italia – á Tórsvølli

Týsdagin, 30. september:
Kl. 15.00 Føroyar – Grikkaland – á Svangaskarði
Kl. 15.00 Italia – Noreg – á Tórsvølli