Aftur í ár hevur FSF gjørt álmanakkan, við yvirlitið yvir alt virksemið sum er á skránni í hesum árinum. FSF Álmanakkin 2017 fæst ÓKEYPIS í FSF-húsinum í Havn
Á hvørjum ári er rættuliga nógv virksemi á skránni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og í 2017 verður einki undantak. Kappingar, landsdystir, skeið av ymsum slag og annað verður fyriskipað í hesum árinum, og tað krevur nógva og góða fyrireiking.
Í hesum sambandi hevur FSF aftur í ár gjørt árliga Álmanakkan, har yvirlit yvir alt virksemið sæst. FSF Álmanakkin 2017 er til at heingja upp á veggin, og er uttan iva eitt hent “amboð” fyri allar fótbóltsfjepparar.
Álmanakkin kann heintast ókeypis í FSF-húsinum í Havn, mánadag til fríggjadag frá klokkan 09:00 til 16:00. FSF Álmanakkin 2017 kann eisini síggjast her: Álmanakkin 2017 (PDF)