Nú er greitt, at heldur ikki komandi vikuskifti verður nakar fótbóltur á skránni í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, og í 2. deild hjá monnum

——————

Í gjár var avgjørt at útseta allar dystirnar í 1. deild hjá monnum, og nú hevur Kappingarnevndin hjá FSF tikið avgerð um, at eisini umførini í Betri Deildini hjá kvinnum, Betri Deildini hjá monnum og í 2. deild hjá monnum, sum skuldu verða um vikuskifti, fyribils verða útsett.

Tað er nógvi kavin, ið er komin niður seinastu dagarnar, ið er orsøkin til hesa avgerð.

Nær dystirnir verða avgreiddir, er ikki komið upp á pláss enn. Arbeiðið at finna nýggjar leikdagar er byrjað, og nærri kunning kemur skjótast tilber.

Viðvíkjandi dystum í kappingunum fyri U15, U17 og U21, verður heitt á feløgini um at semjast um annan leikdag, um ikki er spælandi ásettar dagar.