Føroysku FIFA-dómararnir, Alex Troleis og Petur Reinert sleppa av álvara at royna seg, tá teir í næstum, saman við føroyskum hjálpardómarum og 4. dómara skulu døma í fyrsta umfari í Champions League og Europa League
Tað verða ikki bara B36, NSÍ, Víkingur og HB, ið fara at umboða Føroyar í ársins Champions League og Europa League. UEFA hevur eisini ásett tvær føroyskar dómarakvartettir at døma í fyrsta umfari í kappingunum.
Týsdagin 28. juni verður tað Alex Troleis, sum fyrr í ár varð tilnevndur FIFA-dómari, ið skal døma fyrra dystin í fyrsta umfari í Champions League millum FC Santa Coloma úr Andorra og Alashkert úr Armenia. Hjálpardómarar vera Andrew Christiansen og Dan Højgaard, meðan Eiler Rasmussen verður 4. dómari.
Í Europa League kappingini verða tað Petur Reinert, dómari, Regin Egholm og Andreas Petur Hansen, hjálpardómarar, og Dagfinn Forná, 4. dómari, ið skulu leiða seinna dystin í fyrsta umfari millum FK Jelgava úr Lettlandi og íslendska Breiðablik.
Dysturin millum FK Jelgava og Breiðablik verður á Zengales Olimpiskais Sport Center í Jelgava í Lettlandi hósdagin 7. juli.
Um fleiri uppgávur verða til føroysku dómararnir, mugu vit bara vóna, eins og vit eisini vóna, at føroysku liðini spæla seg víðari í kappingunum.