Okkara altjóða dómarar, hjálpardómarar og dómara-eygleiðarar hava fingið í alt fýra uppgávur í 1. umfari í UEFA Europa League

Tað eru ikki bara HB, KÍ og B36, ið skulu umboða Føroyar í europeiskum fótbólti hesa vikuna og í næstu viku, nú 1. umfar í Champions League og Europa League er á skránni. UEFA hevur eisini givið okkara altjóða dómarum, hjálpardómarum og dómaraeygleiðarum uppgávur í hesum umfarinum í Europa League.

 

Alex Troleis er settur at døma dystin millum Europa FC úr Gibraltar, og pólska liðið, Legia Warszawa. Hjálpardómarar vera Andrew Christiansen og Dan Højgaard. 4. dómari verður Eiler Rasmussen. Dysturin verður spældur komandi hóskvøld á Victoria Stadion í Gibraltar.

 

Europa FC spældi seg víðari úr innleiðandi umfarinum í Europa League við at vinna samanlagt 6-3 á Sant Julia úr Andorra.

 

Hósdagin í næstu viku skal Kári á Høvdanum á altjóða pallin, tá hann, saman við Andrew Christiansen og Jan Hermansen, ið vera hjálpardómarar, og Alex Troleis, ið verður 4. dómari, skal døma dystin millum Shamrock Rovers úr Írlandi, og norska felagið, SK Brann.

 

Umframt at døma tveir dystir, hava Føroyar eisini fingið tvær dómaraeygleiðara-uppgávur. Lassin Isaksen verður eygleiðari til dystin millum Molde og KR Reykjavík, og til dystin millum Makedonija og Alashkert FC, verður Niklas á Líðarendan dómaraeygleiðari.

 

Í kvøld (red. týskvøld) spælir HB fyrra dystin í 1. umfari í Champions League. Mótstøðuliðið er HJK Helsinki úr Finnlandi. Returdysturin verður á Ovara vølli í Gundadali um eina viku, týsdagin 16. juli klokkan 19:00.

 

Vinnur HB samanlagt, skulu teir reyð-svørtu møta norska stórfelagnum, Rosenborg í 2. umfari. Endar tað við ósigri móti finsku meistarunum, fer HB í Europa League, og tá bíðar eitt annað kent lið um okkara leiðir, nevniliga Linfield úr Norðurírlandi.

 

Hóskvøldið fara KÍ og B36 á vøllin. Eftir at klaksvíkingar í innleiðandi umfarinum í Europa League vunnu ein sannførandi 9-1 sigur samanlagt á Tre Fiori úr San Marino, skal KÍ í 1. umfari møta Riteriai úr Litava. B36 skal royna seg móti Crusaders úr Norðurírlandi.

 

Returdystirnir verða spældir í komandi viku. Týsdagin 16. juli spæla KÍ og Riteriai á Svangaskarði á Toftum, og hósdagin 18. juli hevur B36 heimavøll móti norðurírum.