Føroyar hava fingið ein FIFA-dómara afturat og tveir nýggjar FIFA-hjálpardómarar. Hetta er sjálvandi at fegnast um, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari
Seinastu nógvu árini hava Føroyar havt ein FIFA-dómara og tveir FIFA-hjálpardómarar. Men mánadagin komu boð frá altjóða fótbóltssamgonguni, at Føroyar nú hava fingið ein FIFA-dómara afturat, umframt tveir nýggjar FIFA-hjálpardómarar.

Alex Troleis er nú góðkendur sum FIFA-dómari, meðan Andrew Christiansen og Dan Højgaard hava fingið góðkenning sum FIFA-hjálpardómarar.

– Hetta ber boð um, at okkara dómarar hava gjørt eitt gott arbeiði, tá teir hava verið uttanlands í altjóða ørindum, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Teir tríggir, ið hava umboðað Føroyar í altjóða dómarauppgávum, eru Petur Reinert, Regin Egholm og Jan á Líðarenda. Tó er greitt, at Jan á Líðarenda ikki heldur fram sum FIFA-hjálpardómari. Jan fer framyvir í størri mun at royna seg við floytuni í heimligu kappingini.

Sostatt hava Føroyar nú tveir FIFA-dómarar og tríggjar FIFA-hjálpardómarar.

FIFA-góðkenning inniber, at viðkomandi dómari ella hjálpardómari kann døma og leiða allar dystir, ið eru fyriskipaðir av UEFA og FIFA. Talan er um landsdystir EM- og HM-kappingum, og dystir í Champions League og Europa League.