Í fjør skrivaði Áki Samuelsen søgu, tá ið hann gjørdist yngsti leikarin á føroyska U21-landsliðnum nakrantíð. Í ár ætlar ungi havnarmaðurin at vinna greipuna við barndómsfelagnum, HB

——————

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022

Evnini hava altíð verið eyðsýnd, og tað hevði við sær, at tann tá bert 13 ára gamli Áki Samuelsen stutt eftir ársbyrjan í 2018 flutti til Herning við familjuni, har danska stórfelagið FC Midtjylland vildi hava hann í felagið.

Gott tvey ár seinni gekk leiðin hjá Áka heim aftur til Føroya og barndómsfelagið, HB, har hann gjørdist partur av Betri-hópinum, so skjótt sum hann var fyltur 16 ár, og tí hevði aldur til tað.

Ætlar sær aftur út um landoddarnar
Men merkir tað so, at hann ikki longur droymir um at spæla fótbólt uttanlands?

– Eg droymi avgjørt um at fara avstað aftur, men tað hevði verið gott fyrst at fingið eitt ordiliga gott ár í HB, har eg spæli nógv og skori fleiri mál. Men einaferð í framtíðini vil eg gjarna avstað aftur, men nær tað verður, tað veit eg ikki, sigur Áki Samuelsen.

Hann roynir seg tó regluliga á fótbóltsvøllum uttan fyri landoddarnar, tí hann er partur av bæði føroyska U19 og U21 landsliðunum. Sum áðurnevnt skrivaði hann í fjør søgu, tá ið hann í dysti móti Armenia á Svangaskarði gjørdist yngsti leikarin á U21-landsliðnum nakrantíð.

– Tað er øgiliga stuttligt at vera við á U21-landsliðunum og so fáa tey úrslit, sum vit hava fingið. Eg hevði ikki roknað við at sloppið við so tíðliga og als ikki at sleppa á vøllin. Tað var ein ótrúliga stór uppliving, sigur hann.

Væntar sær størri leiklut
Serliga í seinnu hálvu av kappingarárinum í fjør fekk Áki rættiliga nógva spælitíð á besta liðnum hjá HB, og hann bæði vónar og væntar, at hann í ár fær ein enn størri leiklut á liðnum undir nýggja venjaranum, Kim Engstrøm.

– Eg eri byrjaður inni allar venjingardystirnar, og eg eri blivin eitt ár eldri. Eg føli, at eg havi fingið ein størri leiklut.

Spurdur, um nýggja venjaran, sigur Áki Samuelsen, at honum dámar hann væl.

– Hann er eitt sindur meiri róligur enn bæði Berthel (Askou, blðm.) og Kevin (Schindler, blðm.), og tað dámar mær persónliga væl. Mær dámar eisini væl, at hann leggur stóran dent á, at vit skulu hava bóltin nógv, og tá ið vit missa bóltin, skulu vit beinan vegin leggja eitt stórt trýst á mótstøðuliðið, greiðir Áki frá.

Hópurin minst líka sterkur
Tað eru nakrar broytingar í hópinum hjá HB í ár, í mun til í fjør. Millum teirra, sum ikki eru partur av reyð-svarta liðnum í ár, eru eitt nú toppskjúttin, Mikkel Dahl, landsliðsleikarin, Rene Shaki Joensen, ið er farin til KÍ, og Mikhail Przybylski, ið er fluttur til grannarnar í B36.

Hinvegin hevur liðið fingið tilgongd av landsliðsleikarunum báðum, Tróndur Jensen og Ára Mohr Jónsson, sum eru komnir aftur til barndómsfelagið, og so er danski verjuleikarin, Gustav Kjeldsen eisini komin til.

– Eg haldi ikki, at hópurin er viknaður. Hann er minst líka góður sum í fjør. Men í 2021 høvdu vit ikki tað besta kappingarárið, tí vit vunnu einki, og tað skal man í HB. So málsetningurin í ár er tann sami sum altíð. Vit skulu vinna greipuna.

– Venjarin hevði eisini eitt langt upplegg fyri okkum, og tá segði hann eisini, at tað var málsetningurin, og harumframt skulu vit eisini klára okkum væl úti í Europa, sigur Áki Samuelsen at enda.

Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið