Pallborðsfundurin, ið Dimmalætting skipaði fyri um føroyskan fótbólt fríggjadagin, var bæði viðkomandi og áhugaverdur
Panelið var væl mannað fríggjadagin, tá Dimmalætting skipaði fyri áhugaverdum og viðkomandi pallborðsfundi um føroyskan fótbólt. Fundurin var hildin í fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð, har umstøðurnar til slík tiltøk eru framúr góðar.
Í pallborðinum sótu Heðin Askham, venjari, Jákup Martin Joensen, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, Eli Hentze, venjari, Petur Reinert, dómari, og Jákup á Borg og Atli Gregersen, ið báðir eru aktivir í Effodeildini. Orðstýrarar vóru Terji Nielsen og Teitur Joensen, ítróttarskrivarar hjá Dimmalætting.
Effodeildin 2012
Fyrsta evnið á fundinum var Effodeildin 2012. Pallborðs-luttakarunum vóru samdir í, at fyri framman stendur ein spennandi kapping, har fleiri lið eru um boði at gerast meistarar. Flestu liðini hava styrkt seg munandi, í mun til kappingarárið í fjør, og tí er sera torført at meta um ein greiðan favorit til meistaraheitið 2012.
Saman um tikið var B36 tó liðið, ið flestu væntaðu sær nógv av í ár, meðan EB/Streymur, HB og Víkingur allarhelst eisini koma at gera seg galdandi í toppinum, fyrsta árið kappingin verður nevnd Effodeildin.
Hinvegin vildi eingin seta navn á nakran upplagdan niðurflytara, men her vórðu suðuroyarliðini oftast nevnd, saman við NSÍ, sum hevur mist meginpartin av teimum fyrstu 11, síðani kappingarárið í fjør.
Leikaramenningin
Næsta evnið á skránni, var leikaramenningin í føroyum, og hvussu okkara leikarar kunnu gerast betri. Í hesum sambandi vóru allir samdir í, at fyri at føroykur fótbóltur skal flyta seg longur fram í góðsku, er neyðugt við einari fótbóltshøll.
Hóast umstøðurnar hjá flestu føroysku feløgunum eru góðar, er tað serliga veðrið ið órógvar venjingina stóran part av árinum. Av tí sama fáa leikararnir ikki eins góða venjing, sum t.d. leikarar í íslendskum fótbólti fáa, har sjey fótbóltshallir eru í dag.
Eisini vórðu teir leikarar umrøddir, sum á ungum árum fara út av landoddarnar at royna seg. Í flestu førum venda hesar heim aftur, uttan at hava roynt seg á nógv hægri støði enn í føroyum, og var hetta tí ikki við til at menna okkara leikarar.
Tó skal sigast, at í hesum sambandi eru undantøk, teirra millum Rene Joensen, ið fyri stuttum skrivaði undir sáttmála við Brøndby IF, og Jóan Símun Edmundsson, sum í dag hevur sáttmála við Viking í Norra.
Í samband við kjakið um leikaramenningina, var eisini tosað um útlendingar í føroyskum fótbólti. Her hava flestu føroysku liðið alt ov ofta keypt leikarar, ið als ikki lyfta føroyskan fótbólt, heldur hinvegin. Hetta hevur millum annað havt við sær, at umgir føroyskir leikarar hava sitið á bonkinum, fyri at geva pláss fyri útlendingunum.
Flestu føroyku liðini hava við tíðini lært av hesum, og í dag verða tí sett størri krøv til útlendingar, ið koma til Føroyar at spæla fótbólt.
Gegni dómarans
Dómararnir vórðu eisini umrøddir á pallborðsfundinum, og her var serliga tosað um herdu reglurnar í samband við leikbann.
Seinastu árini er javnan komið fyri, at leikarar alment hava sáa iva um gegnið hjá dómarum, ið møguliga hevur tikið onkra óhepna avgerð í dysti.
Til komandi kappingarár eru reglurnar hesum viðvíkjandi herdar. Um leikari ella álitispersónur í einum felag sáar iva um dómara, mótstøðulið ella annað í samband við dyst, kann viðkomandi leikari ella álitspersónur verða revsaður við leikbanni í tríggjar dystir ella meir.
Serligu typurnar
Umframt hesi evni, varð eisini spurt eftir "serligu" typunum í føroyskum fótbólti. Hvar eru typur sum Kári Reynheim í dag? Leikarar, ið tóku sakina á egnar føtur, og gjørdu tað óvæntaða.
Í hesum samanhangi bleiv eisini nevnt, at tað er ikki bara í føroyum, at "serligu" typurnar eru saknaðar. Í Danmark er framvegis saknur í Laudrup og Elkjær-typum, og í Englandi verður javnan tosað um Gary Lineker, sum spældi á enska landsliðnum í 80’unum, og tíðliga í 90’unum.
Hesar serligu typur eru hóast alt ikki bara saknaðar í føroyskum fótbólti, men eisini í størru londunum rundan um okkum.
Alt í alt ein áhugaverdur og viðkomandi pallborðsfundur, ið vónandi kann verða aftur seinni í ár. Møguliga tá summarsteðgur er í kappingini.