Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar móti Noregi og Albania, sum vera ávikavist 16. og 20. november
——————
Fyrst Noreg, og síðani Albania eru mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum seinni í mánaðinum setir punktum fyri landsliðsárinum 2023.
Hósdagin 16. november møtast Noreg og Føroyar í venjingardysti í Oslo, og fýra dagar seinni, mánadagin 20. november spæla Albania og Føroyar EM-undankappingardyst í albanska høvuðsstaðnum, Tirana.
Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, og har nýtti landsliðsvenjarin, Håkan Ericson høvið at seta navn á teir 24, ið eru boðsendir til ársins síðstu landsliðsuppgávur hjá monnum.
Samanborið við dystirnar í oktober, eru smávegis broytingar framdar í hópinum. Teir, ið ikki vóru við seinast, men sum hesaferð hava fingið landsliðsboð, eru Adrian Justinussen úr HB, og Mads Boe Mikkelsen úr KÍ. Harafturat er Hørður Askham við aftur, eftir at miðverjin sat uttanfyri við leikbanni móti Kekkia.
Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Adrian Justinussen, HB Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso Locomotive (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)
Sum fyrireiking til komandi dystir, venur A-landsliðshópurin á Tórsvølli næstu dagarnar saman við U21-landsliðnum.
Myndir: Hans Erik Danielsen