Fótbóltssamband Føroya søkir eftir aðalskrivara at leiða og skipa menningina av føroyskum fótbólti
——————
Aðalskrivarin er stjóri fyri aðalskrivstovu FSFs og hevur sum meginuppgávu at skipa fyrisiting felagsins. Aðalskrivarin sameinir starvsnevnd og fyrisiting og tryggjar, at avgerðir tiknar av nevndini verða framdar í verki.
Týdningarmestu uppgávurnar hjá aðalskrivaranum eru:
– at menna og leiða føroyskan fótbólt
– at hava ábyrgd av dagligu leiðslu FSFs
– at vera skrivari í Starvsnevnd FSFs umframt øðrum nevndum
– at seta í verk avgerðir, tiknar av aðalfundinum og starvsnevndini samsvarandi boðum frá forsetanum
– at skipa fyri dagliga samskiftinum hjá FSF
– at hava um hendi viðurskifti við limirnar, nevndirnar, FIFA og UEFA
– at umboða FSF bæði í heimligum og altjóða høpi
Vit vænta og bjóða
Starvið sum aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya er eitt sera spennandi, krevjandi og sjálvstøðugt starv á leiðslustigi. Tað er tí ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur leiðsluroyndir.
Starvið inniber nógva ferðing uttanlands, og umsøkjarin má tola skiftandi arbeiðstíðir.
Starvið gevur góðan møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum.
Sum aðalskrivari fyri FSF ynskja vit, at tú hevur:
– góð leiðslu- og samstarvsevni
– stinnar fyrisitingarligar førleikar
– gott innlit í føroyskan og altjóða fótbólt – bæði ítróttar- og fyrisitingarliga
– gott yvirlit og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis eisini hevur hegni at arbeiða konstruktivt saman við øðrum
– góðan málførleika í føroyskum, norðurlendskum og enskum
Løn og setan
Starvið hevur tilvísing til forseta FSFs og starvsnevnd FSFs.
Løn og setanartreytir verða eftir nærri avtalu.
Umsókn
Umsókn, lívsrensl og avrit av møguligum prógvum skulu sendast við telduposti til Christian F. Andreasen á [email protected].
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Freist
Umsóknarfreist er hósdagin 7. desember 2023, kl. 16.00.
Setanartilgongd
Tá umsóknarfreistin er farin, verður ein setanarbólkur settur at meta um innkomnar umsóknir. Umsøkjarar, sum verða mettir skikkaðir til starvið, verða kallaðir inn til eina samrøðu við setanarbólkin, sum saman við forsetanum ger endaliga innstilling til starvsnevndina um setan av aðalskrivaranum.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Christian F. Andreasen, FSF forseta, á telefon 211145.
Um FSF
Høvuðsendamál Fótbóltssamband Føroya er at fyriskipa fótbóltskappingar og fótbóltstiltøk, og støðugt menna, stuðla og vekja áhuga fyri fótbólti. Yvir 6.000 virknir fótbóltsleikarar eru í Føroyum og uppaftur fleiri fylgja liðunum. Fótbóltur er tí týðandi partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum. FSF varð stovnað í 1979 og í dag eru 17 limafeløg í felagsskapinum. Í FSF fyrisitingini starvast 22 starvsfólk.