1. deild menn: Eftir at hava tapt tveir dystir á rað, eru argjamenn komnir fyri seg aftur. Eisini 07 Vestur vann í 12. umfari í næstbestu deildini hjá monnum
AB og 07 Vestur eru komin aftur á slóðina, eftir at tað hevur gingist heldur ivasamt fyri bæði oddaliðini seinastu umførini.
12. umfar í næstbestu deildini er spælt um vikuskifti. AB vann sannførandi á Toftum, meðan vágamenn vunnu tepurt í Leirvík ímóti Víking.
B68 – AB 1-7 (0-2)
Teir næstbestu hjá B68 gjørdu einki við AB á Svangaskarði leygardagin. Úrslitið gjørdist 7-1 til AB, eftir at støðan í steðginum var 2-0 til argjamenn.
AB var nógv tað betra liðið, og var úrslitið eisini fult í tráð við leikgongdina.
Við tveimum málum í fyrra hálvleiki, legði Bjartur Kjærbo AB á odda 2-0, áðrenn Tummas Justinussen stutt eftir steðgin økti til 3-0. Síðani skoraði Jobin Drangastein tvær ferðir fyri argjamenn, áðrenn Ramon Højgaard minkaði um munin fyri heimaliðið á Svangaskarði.
Men AB gavst ikki, og seinastu løtuna fingu argjamenn tvey mál afturat. Fyrst skoraði Nicolai Eriksen til 6-1, áðrenn Ebbe Kristin Thomsen staðfesti stórsigurin á Svangaskarði.
Víkingur – 07 Vestur 2-3 (0-1)
Vágamenn hanga framvegis í heilt har frammi í næstbestu deildini hjá monnum.
07 Vestur var leygardagin á vitjan í Leirvík, har Víkingur tók ímóti, og endin gjørdist ein tepur 3-2 sigur til vágamenn.
Emil Mikkelsen skeyt tvey av málunum fyri 07 Vestur, meðan Jákup S. Olsen gjørdi eitt mál. Málini hjá felagsliðnum skoraðu Heðin Hansen og Ingi Sørensen.
Úrslit, 12. umfar:
NSÍ – B71 2-0
EB/Streymur – Skála 1-2
B68 – AB 1-7
Víkingur – 07 Vestur 2-3
HB – KÍ 2-1