Nú er greitt hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið
AB, KÍ, FC Suðuroy og B68 fingu heimavøll, tá lutakast um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappigini um Løgmanssteypið, var í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpinum í kvøld.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at AB, úr næstbestu deildini, fekk heimavøll ímóti EB/Streymi, KÍ og HB spæla við Djúpumýru í Klaksvík, FC Suðuroy fær vitjan av B71 úr 1. deild, meðan seinasta fjórðingsfinalan verður spæld á Svangaskarði á Toftum, har B68 tekur ímóti Víkingi.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar flaggdagin, mikudagin 25. apríl.