Í januar komandi ár fer Fótbóltssamband Føroya undir nýggja A-venjaraútbúgving

A-venjaraskeiðið byrjar í januar 2013 og endar í mai-juni 2014. Skeiðið er sett til í minsta lagi 180 tímar.

Skift verður alla tíðina millum tað teoretiska og praktiska. Eitt nú fær hvør luttakari ein vegleiðara, sum vitjar nakrar ferðir til venjing og dyst. Skipað verður fyri eini námsferð í útlandinum í eina viku, og luttakararnir koma eisini at gera ymiskt skrivligt arbeiði.

Útbúgvingin endar við ein próvtøku í mai-juni 2014.

Tann, sum søkir um upptøku á A-venjaraskeiðið, skal hava B-venjaraprógv og hollar royndir sum venjari. Kravt verður eisini, at umsøkjari er venjari hjá einum liði á hóskandi stigi meðan útbúgvingin fer fram. Hetta kann vera hjá U16 dreingjum ella eldri / U17 gentum ella eldri.

Kostnaðurin fyri A-venjaraútbúgvingina er 30.000 kr. Íroknað er frálæra, tilfar, kost og námsferð.

Hetta er fjórða ferðin, síðani Fótbóltssamband Føroya fekk A-venjaraútbúgvingina góðkenda av UEFA, at farið verður undir A-venjaraskeið í Føroyum.

Fyrsta skeiðið var í 2005-2006, síðani í 2008-2009, meðan triðja A-venjaraskeiðið var í 2010-2011.
Verða teir, sum hava tikið prógv eftir gomlu skipanini, taldir við, eru umleið 45 venjarar, sum hava tikið A-venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssamband Føroya.

Niðanfyri er Innbjóðing til A-venjaraútbúgvingina 2013-14 og Tilmeldingarskjal. 

Áhugaðir umsøkjarar skulu útfylla og senda FSF tilmeldingarskjalið í seinasta lagi mánadagin 26. november 2012.

Meira fæst at vita um útbúgvingina við at venda sær til Petur Simonsen, tel. 29 19 77 ella teldupost [email protected].

Innbjóðing

Tilmeldingarskjal