Í døgunum 18. – 20. september og 7. – 11. oktober vóru Eli Hentze og Petur Simonsen á venjararáðstevnu í Farum í Danmark og í Budapest í Ungarn

Til venjararáðstevnuna í Farum í Danmark 18. til 20. september, vóru øll noðurlondini umboðaði, og til ráðstevnuna í ungverska høvuðsstaðnum Budapest, ið varð hildin í døgunum 7. til 11. oktober, luttóku øll limalondini í UEFA.

Til báðar ráðstevnurnar vóru Eli Hentze og Petur Simonsen, ið báðir hava drúgvar royndir á venjaraøkinum, umboð fyri Føroyar.

Frágreðingar frá venjararáðstevnunum í Farum og Budapest kunnu lesast HER.