Mánakvøldið vóru luttakararnir, ið herfyri fóru undir A-venjaraútbúgvingina, á vitjan í Víkingi
Evnið, sum luttakararnir eru upptiknir av hesa tíðina, er fysisk venjing. Mánakvøldið varð so vitjað í Sarpugerði í Norðragøtu, har luttakararnir fingu loyvi til at fylgja eini venjing hjá Effoliðnum hjá Víkingi, undir leiðslu av Jógvan Martin Olsen.

Tema’ið hetta kvøldið var Aerob HI venjing. Av teimum 18 leikarunum, ið Jógvan Martin Olsen hevði til venjing hetta kvøldið, nýttu fimm leikarar puls-ur.

Hetta gav luttakarunum møguleika at síggja í verki, hvussu ein tílík venjing kann verða skipað, umframt hvussu puls-ur kann verða nýtt á ein einfaldan hátt og samstundis tryggja sær, at leikararnir arbeiða við tí belastningi, sum er hóskandi til endamálið við venjingini.

Aftaná var prát um venjingina, har Jógvan Martin Olsen, saman við hjálparvenjaranum í Víkingi, Svenn Olsen, fingu møguleika at greiða frá og svara spurningum frá luttakaranum.

Samanumtikið ein sera viðkomandi og áhugaverd vitjan á vøllinum í Sarpugerði, og í teimum snotiligu umstøðunum, sum nú eru í nýggja ítróttarhúsinum í Norðragøtu.


Luttakararnir, ið herfyri fóru undir A-venjaraútbúgvingina