Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic, landsliðsvenjarar, hava úttikið hópin til undankappingardystin ímóti Bosnia-Hersigovina, sum verður á útivølli 20. august
Um smáar tvær vikur, mikudagin 20. august, skal føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá HM-undankappingardystur verður á skránni í Bilino Polje í Zenica í Bosnia-Hersigovina.

Í hesum sambandi hava Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic, landsliðsvenjarar, givið hesum 18 leikarum landsliðsboð:

Valgerð Andreasen og Ásla Johannesen, AB.
Fríðrún Danielsen, Sigrun K. Kristiansen, Margunn Lindholm, Íðunn Magnussen og Anna Sofía Sevdal, EBStreymur/Skála.
Lív Arge, Nina Davidsen, Liljan av Fløtum Petersen, Heidi Sevdal og Milja R. Simonsen, HB.
Rannvá B. Andreasen, Olga Kristina Hansen, Malena Josephsen, Eyðvør Klakstein og Randi S. Wardum, KÍ.
Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DEN).

Tá Føroyar og Bosnia-Hersigovina spældu á Tórsvølli 5. apríl í ár, gjørdist úrslitið javnleikur 1-1. Eyðvør Klakstein skoraði føroyska málið.

Úttøkubræv