Jón Pauli Olsen og Alaksandar Djordjevic hava úttikið A-landsliðshópin við kvinnum, sum í komandi viku skal royna seg ímóti Svøríki
Hósdagin í komandi viku skal føroyska A-landsliðið við kvinnum av álvara royna seg, tá svenska landsliðið, ið telist millum heimsins bestu, kemur á Tórsvøll at spæla HM-undankappingardyst ímóti Føroyum.

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA eru svensku kvinnurnar nummar fimm. Tað verður tí ein av størstu avbjóðingunum nakrantíð, sum eitt føroyskt kvinnulandslið skal royna seg ímóti á heimavølli.

Í hesum sambandi hava landsliðsvenjararnir, Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic úttikið 25 leikarar, ið skulu vera við í fyrireikingunum til stóru uppgávuna ímóti Svøríki. 

Tær 25, ið hava fingið landsliðsboð eru hesar:
Elsa Splidt, Valgerð Andreasen og Ásla Johannesen, AB
Nina Davidsen, Heidi Sevdal, Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge, Milja R. Simonsen og Elin Maria Isaksen, HB
Fríðrún Danielsen, Margunn Lindholm, Anna Sofía Sevdal, Sigrun Kristiansen, Íðunn Magnussen, Durita Hummeland og Rakul V. Magnussen, EBStreymur/Skála
Annika Petersen, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein, Randi S. Wardum, Sigrid Jacobsen og Monika Biskopstø, KÍ
Olga Kristina Hansen og Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DK)

Føroysku fyrireikingarnar byrja av álvara leygardagin. HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki verður á Tórsvølli hósdagin 19. juni, kl. 18:00.