Jón Pauli Olsen hevur úttikið føroyska hópin til HM-undankappingardystin ímóti Póllandi, sum verður á Svangaskarði hósdagin 8. mai
Hósdagin í komandi viku skal føroyska kvinnulandsliðið í eldin aftur, tá HM-undankappingardystur verður á skránni á Svangaskarði á Toftum.

Eftir tveir góðar dystir ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi herfyri, ið báðir endaði við javnleiki; 1-1 ímóti Bosnia/Hersigovina, og 0-0 ímóti teimum norðurírsku, skal føroyska liðið hesaferð royna seg ímóti Póllandi.

Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, saman við hjálparvenjarunum Aleksandar Djordjevic og Lennard Petersen, úttikin hesar 20 leikararnar til komandi dyst:

Ásla Johannesen og Valgerð Andreasen, AB.
Fríðrún Danielsen, Margunn Lindholm, Anna Sofía Sevdal, Sigrun Kristiansen og Íðunn Magnussen, EBStreymur/Skála.
Nina Davidsen, Heidi Sevdal, Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge og Milja Simonsen, HB.
Annika Petersen, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein, Randi Wardum og Sigrid Jacobsen, KÍ.
Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN).

HM-undankappingardysturin hjá kvinnum millum Føroyar og Pólland verður á Svangaskarði hósdagin 8. mai, kl. 17:00. Undan dystinum er Póland nummar 3 í bólkinum, við seks stigum, meðan Føroyar eru nummar 5, við tveimum stigum eftir fimm dystir.

Úttøkubræv

HM-undankappingarbólkur 4