Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska hópin til HM-undankappingardystirnar ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi
Skrivað hevur: Hans Erik Danielsen, [email protected]

Um smáar tvær vikur, leygardagin 5. apríl, skal føroyska kvinnulandsliðið av álvara í eldin aftur, tá HM-undankappingardystur ímóti Bosnia/Hersegovin verður á Tórsvølli. Og fimm dagar seinni, hósdagin 10. apríl, verða tað kvinnurnar hjá Norðurírlandi, ið koma hendan vegin at royna seg í undankappingardysti ímóti Føroyum. Báðir dystirnir byrja klokkan 19:00.

Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir 24 leikarum til omanfyri nevndu dystir.

Føroyski hópurin:
Rakul M. Johannesen og Ásla Johannesen, B36.
Sigrun K. Kristiansen, Fríðrun Danielsen, Anna Sofía Sevdal, Íðunn Magnussen og Margunn Lindholm, EB/Streymur / Skála.
Nina Davidsen, Elin Maria Isaksen, Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge, Heidi Sevdal og Milja R. Simonsen, HB.
Sigrid Petersen, ÍF.
Randi S. Wardum, Malena Josephsen, Annika Petersen, Laila Pætursdóttir, Monika Biskopstø, Eyðvør Klakstein, Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreasen, KÍ.
Oddrun Danielsen og Olga Kristian Hansen, Østerbro IF (DK).

Úttøkubræv