Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hevur úttikið føroyska kvinnulandsliðið, sum seinast í hesum mánaðinum skal møta Svøríki

Seinasta dag í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið við kvinnum undir triðja dystin í hesari undankappingini, tá Svøríki tekur ímóti á Gamla Ullevi í Gøteborg.

Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, úttikið hesar 18 leikararnar:
Anna Brimnes, AB.
Bjarta O. Johannesen, B36.
Sigrun K. Kristiansen, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal og Íðunn Magnussen, EB/Streymur/Skála.
Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge og Heidi Sevdal, HB.
Malena Josephsen, Eyðvør Klakstein, Laila Pætursdóttir, Sigrid Jacobsen, Rannvá B. Andreasen og Annika Petersen, KÍ.
Oddrún Danielsen, Randi S. Wardum og Olga Kristina Hansen, Østerbro Boldklub (DK).

HM-undankappingardysturin millum Svøríki og Føroyar verður spældur hósdagin 31. oktober, kl. 18:00 (føroyska tíð).

Úttøkubræv