Jón Pauli Olsen og Ingun Hansen hava úttikið føroyska kvinnulandsliðið, sum frá 2. til 10. apríl skal luttaka í HM-undankapping í Litava
Landsliðsvenjararnir hjá føroyska A-landsiðnum við kvinnum, Jón Pauli Olsen og Ingun Hansen, hava úttikið hópin, sum í døgunum 2. til 10. apríl skal lutaka í HM-undankapping í Litava.

Tær 18 kvinnurnar, ið hava fingið landsliðsboð, eru:
Randi S. Wardum, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen, Bára S. Klakstein og Eyðvør Klakstein,
Fríðrún Danielsen, Anna Sofía (Ansy) Sevdal, Íðunn Magnussen og Oddrún Danielsen, EB/Streymur/Skála
Doris í Garði Olafsdóttir, Lív Arge, Heidi Sevdal og Liljan av Fløtum Petersen, HB
Bjarta O. Johansen og Rakul Maria Johannesen, B36
Laila Pætursdóttir, Víkingur
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK)

Í Litava skal føroyska liðið spæla tríggjar dystir. 4. apríl hittast Føroyar og Montenegro, og leygardagin 6. apríl skulu føroysku kvinnurnar royna seg ímóti Litava. Triðji dysturin verður spældur týsdagin 9. apríl, tá føroyska liðið skal spæla ímóti Georgia.

Allir dystirnir verða spældir á LFF Stadium í Vilnius.

Tvey lond fara víðari úr bólkinum, sum seinni í ár fara undir enn eina undankapping, ið verður spæld eftir sama leisti sum hjá monnunum.

Úttøkubrævið