Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 24. oktober skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli ímóti Týsklandi

– Hetta verður nokk størsti dystur, ið eitt føroyskt kvinnulandslið nakrantíð hevur spælt. Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Týskland nummar 2, so tað sigur væl eitt sindur um teirra styrki, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Týsdagin 24. oktober spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í undankappingini til HM-endaspælið í 2019, sum verður í Fraklandi. Gongdin hjá føroyska liðnum higartil í kappingini hevur verið heldur lak, og nú skulu okkara kvinnur so royna seg ímóti Týsklandi, sum er oddalið í bólkinum.

 

Síðani landskappingin hjá kvinnum endaði fyri viku síðani, hevur landsliðsvenjarin havt nakrar úttøkuvenjingar, og nú er greitt, hvørjar tær 20 verða, ið skulu umboða Føroyar ímóti týskarum.

 

Hópurin

Monika Biskopstø, Aab Ålborg (DEN)

Birita Bergsdóttir Nielsen, B68

Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála

Lív F. Arge, Østerbro IF (DEN)

Súsanna Maria Hansen, B36

Heidi Sevdal, EBS/Skála

Ásla Johannesen, B36

Eyðvør Klakstein, KÍ

Rannva B. Andreasen, KÍ

Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)

Milja R. Simonsen, HB

Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála

Katrina Akursmørk, KÍ

Ansy Sevdal, EBS/Skála

Jónvá Hentze, HB

Margunn Lindholm, EBS/Skála

Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur

Laila Pætursdóttir, B68

Rebekka F. Benbakoura, HB

Jóna Nicolajsen, B36

 

HM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður á Arena Grossaspach í Aspach, sum liggur í syðra partinum av Týsklandi, týsdagin 24. oktober klokkan 15:00, føroyska tíð.