Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska hópin við kvinnum, sum frá 4. til 9. apríl skal til undan undankapping á Malta
Í døgunum 4. til 9. apríl fer føroyska A-landsliðið við kvinnum til kapping á Malta, har tær skulu spæla innleiðandi kapping í sambandi við EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.
Umframt Malta og Føroya, verða Georgia og Andorra eisini í kappingini, og vinnarin spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina.
Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari úttikið hesar 18 leikararnar:
Hanna Poulsen, ÍF/Víkingur
Monika Biskopstø, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Durita Hummeland, EB-Streymur/Skála
Lív Arge, HB
Malena Josephsen, KÍ
Sigrid Petersen, ÍF/Víkingur
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Sigrun K. Kristiansen, EB-Streymur/Skála
Fríðrun Danielsen, EB-Streymur/Skála
Anna Sofía Sevdal, EB-Streymur/Skála
Heidi Sevdal, HB
Jónvá Hentze, HB
Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DEN)
Olga Kristina Hansen, KÍ
Milja R. Simonsen, HB
Íðunn Magnussen, EB-Streymur/Skála
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Leikskráin:
Dato | Klokkan | Dystur | Leikstaður |
04-04-2015 | 11:00 | Georgia-Føroyar | Victor Tedesco Stadion |
06-04-2015 | 11:00 | Føroyar-Andorra | Victor Tedesco Stadion |
09-04-2015 | 11:00 | Malta-Føroyar | Victor Tedesco Stadion |