Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum í kvøld ímóti Eysturríki

Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava sett liðið, sum í kvøld kl. 19:45 byrjar á vøllinum í HM-undankappingardystinum ímóti Eysturríki.

Tvær broytingar verða á føroyska liðnum, í mun til fyrstu ellivu, ið byrjaðu ímóti Kasakstan seinasta fríggjadag. Páll Klettskarð avloysir Jóan Símun Edmundsson í álopinum, og á miðuni byrjar Súni Olsen í staðin fyri Daniel Udsen.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen.

Á verjukenda miðvøllinum verða Fróði Benjaminsen, ið spælir landsdyst nummar 79 í kvøld, og Súni Olsen, meðan Hallur Hansson verður nakað frammanfyri.

Úti í høgru síðu verður Christian Lamhauge Holst, og í vinstru verður Pól Jóhannus Justinussen.

Heilt frammi í føroyska álopinum verður Páll Klettskarð.

Eykamenn verða Símun Rógvi Hansen, Kristian Joensen, Jóan Símun Edmundsson, Daniel Udsen, Atli Gregersen, Heini Vatnsdal, Finnur Justinussen, Erling Jacobsen, Christian R. Mouritsen, Klæmint Olsen og Rói Danielsen.

Dysturin millum Føroyar og Eysturríki verður bríkslaður í gongd kl. 19:45. Atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast í EFFO í Gundadali.