Í døgunum 14. til 23. februar fer føroyska A-landsliðið við monnum á venjingarlegu í Thailandi
Fríggjadagin 22. mars skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Eysturríki og Føroyar møtast í HM-undankappingardysti á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien. Og sum fyrireiking til landsdystin móti eysturríkarum er nú avgjørt, at føroyska liðið fer á venjingarlegu í Thailandi í døgunum frá 14. til 23. februar.
Avtalan er komin í lag eftir innbjóðing frá thailendska fótbóltssambandinum og sveisisku fyritøkuna Kentaro, sum eigur rættindini til heimadystirnar hjá føroyska A-landsliðnum.
Umframt venjingar, skal føroyska A-landsliðið eisini royna seg í dysti móti Thailendska landsliðnum, sum á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er á 138. plássi.
Hvørjar leikarar landsliðsvenjarin, Lars Olsen velur at taka við til venjingarleguna í Thailandi er ikki greitt enn, men væntandi úttekur venjarin hópin seinni í hesi vikuni.