Tað gjørdist til eitt tepurt 2-1 tap fyri føroyska A-landsliðið, tá Kasakstan tók ímóti á Astana Arena
Undan dystinum vóru vónirnar fyri einum góðum føroyskum úrslitið góðar, og tá liðini fóru til hálvleik, var støðan 1-0 til Føroyar. Føroyska málið gjørdi liðskiparin, Fróði Benjaminsen, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Kasakstanar høvdu nakrar stórar málmøguleikar, sum fyri teirra viðkomandi átti at givið mál, men Gunnar Nielsen í føroyska málinum stóð ein branddyst.
Í steðginum vóru boðini frá Lars Olsen, at føroysku leikararnir skuldu halda fram við at stríðast, og at kasakstanar væntandi frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki fóru at leggja eitt stórt trýst á føroyska málið. Og tað skuldi vísa seg, at landsliðsvenjarin fekk rætt.
Bara fimm minuttir eftir hvíldina dømdi dómarin eitt ivasamt brotsspark til Kasakstan, og tá seinni hálvleikur var komin í helvt, gjørdist støðan 2-1 til kasakstanar.
Seinastu løtuna royndi føroyska liðið at trýsta, fyri at fáa útjavnandi málið, men einki spurdist burturúr. Tískil vórðu øll stigini verðandi eftir í Kasakstan.