Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum tann 15. august skal royna seg í venjingardysti ímóti Íslandi
Landsliðsvenjarin á føroyska A-landsliðnum, Lars Olsen, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen, hava úttikið hópin, sum um tíggju dagar skal royna seg í venjingardysti ímóti Íslandi.
Dysturin verður spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikukvøldið 15. august, klokkan 19:45.
Málverjar:
Kristian Joensen, NSÍ
Jákup Mikkelsen, ÍF
Gunnar Nielsen, Manchester City
Verjuleikarar:
Rene S. Joensen, Brøndby IF
Jónas Þór Næs, Valur
Rógvi Baldvinsson, Bristol Rovers
Odmar Færø, B36
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Miðvallarar:
Bogi Løkin, ÍF
Súni Olsen, B36
Fróði Benjaminsen, HB
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF
Hallur Hansson, HB
Framherjar:
Hjalgrím Elttør, KÍ
Finnur Justinussen, Jønkøping Sodra
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger
Daniel Udsen, Helsingør
Símun Samuelsen, HB
Føroyska A-landsliðið skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í heyst. 7. september á útivølli ímóti Týsklandi, 12. oktober á heimavølli ímóti Svøríki, og fýra dagar seinni, 16. oktober, tekur føroyska A-landsliðið ímóti Írlandi á Tórsvølli.