Símun Samuelsen hevur givið avboð til dystirnar móti Kasakhstan og Týsklandi, og í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Leif Niclasen
Mánadagin í komandi viku fer føroyska A-landsliðið við monnum longu leiðini til Kasakhstan, har HM-undankappingardystur millum Kasakhstan og Føroyar er á skránni fríggjadagin 6. september, kl. 21:00, lokala tíð (16:00 føroyska tíð).
Á tíðindafundi í FSF-húsinum leygarkvøldið úttók Lars Olsen, landsliðsvenjari, hópin til dystirnar móti Kasakhstan og Týsklandi, men nú er greitt, at landsliðsvenjarin má síggja burtur frá Símun Samuelsen restina av hesum árinum.
Símun Samuelsen hevur meitt sær hælsinuna so mikið illani, at hann nú verður noyddur at halda frí frá fótbóltinum restina av hesum kappingarárinum.
Í staðin fyri Símun Samuelsen, hevur Lars Olsen sent boð eftir Leif Niclasen úr EB/Streymi.
Leif Niclasen hevur spælt tveir A-landsdystir fyri Føroyar. Fyrri dysturin var 20. august í 2008, tá føroyska landsliðið tapti 5-0 í venjingardysti fyri Portugal, og fyrr í hesum mánðinum kom Leif Niclasen á vøllin seinastu minuttirnar, tá Ísland og Føroyar spældu venjingardyst á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, og sum íslendingar vunnu 1-0.