Pól Jóhannus Justinussen og Daniel Udsen eru við í fyrireikingunum til dystin ímóti Týsklandi, meðan Jónas Tór Næs er leikbannaður
Tá Lars Olsen, landsliðsvenjari úttók landsliðshópin til dystirnar ímóti Kasakstan og Týsklandi, varð sagt, og møguligar broytingar kunnu verða gjørdar til seinna dystin, sum er ímóti Týsklandi.

Og nú føroyska landsliðið fyrireikar seg til stóru uppgávuna ímóti týskarum, eru Pól Jóhannus Justinussen, ið var leikbannaður til dystin í Kasakstan, og Daniel Udsen komnir við í hópin, meðan Jónas Tór Næs er farin heim. Jónas fekk gult kort í Kasakstan, og er tí leikbannaður til dystin ímóti Týsklandi.

Dysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli týsdagin 10. september, kl. 19:45. Útselt er til dystin, og tað merkir, at yvir 4.000 áskoðarar verða kring Tórsvøll týskvøldið.