Tað var eitt sterkt pólskt kvinnulandslið, ið tók ímóti, og endin gjørdist, at Pólland vann 6-0 í næsta HM-undankappingardystinum hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum

Hósdagin spældi føroyska A-landsliðið við kvinnum næsta dystin í HM-undankappingini, tá føroysku kvinnurnar royndu seg á útivølli ímóti Póllandi.

Undan dystinum varð ikki roknað við, at føroyska liðið fór at gera stórvegis við pólsku vertirnar, sum er millum sterkastu londini í bólkinum, og tað gingu bara tveir minuttir til Pólland tók leiðsluna.

Allan dystin stríddust føroysku kvinnurnar væl, har stórur dentur varð lagdur á verjupartin. Kortini eydnaðist tað sterku pólsku kvinnunum at skora fýra mál fyri steðgin, og tvey eftir steðgin, so endaliga úrslitið gjørdist 6-0 til Pólland.

Næsti dystur hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, ið samstundis er tann seinasti í ár, verður seinast í oktober mánaða, tá Svøríki er vertur.

Umframt Pólland og Føroyar, spældu Skotland og Bosnia/Hersegovia eisini hósdagin, og tann dystin vunnu skotar 7-0.

Føroyar:
16. Randi Wardum (1. Bjarta O. Johansen, 90. min.) – 2. Oddrún Danielsen, 3. Fríðrún Danielsen, 7. Ansy Sevdal, 8. Malena Josephsen (Cap), 9. Rannvá Andreasen, 10. Olga Kristina Hansen, 15. Heidi Sevdal, 17. Sigrid Jacobsen (13. Lív Arge, 88. min.), Íðunn Magnussen (14. Elin Maria Isaksen, 90. min.) og 20. Bára Skaale Klakkstein.
Venjari: Jón Pauli Olsen.